Búmerkið hjá felagnum

Íbúðarverkætlan.

Á vetri 2022 bjóðaði Sjóvar Kommuna út eitt øki við Hálsatjørn á Strondum til íbúðarbygging.

Vit valdu at bjóða okkum fram og gjørdu eitt uppskot um íbúðir.

Í februar 2023 samtiktið Sjóvar Kommuna, at Mekon fekk møguleikan at byggja hesar íbúðirnar.

Vit hava síðani arbeitt vit at tekna, fáa loyvi og tilboð inn frá ymiskum veitarum. 

Økið úti við Hálsatjørn er eitt nýtt bústaðarøki á Strondum og eru fleiri nýggj hús komin og fleiri eru ávegis. Hettar merkir, at um stutta tíð er ein heilt nýggjur býlingur komin. 

Økið er slætt, og útsýnið er heilt fram úr gott. Ein sær alt - heilt av Glyvrum til Tórshavnar.

Tað eru tveir bygningar. Ovari bygningurin hevur 10 íbúðir, og niðari bygningurin hevur 12 íbúðir.

Niðari bygningurin er lagdur niður í lendið, so at parkeringsøkið er ájavnt við ovaru hæddina. Tað vil siga, at tað er gangandi beint inn á ovaru hæddina, og trappur eru niður á niðaru hæddina.

Í ovara bygninginum er parkeringsøkið ájavnt við niðaru hæddina, so at gangandi er beint inn á niðaru hæddina og trappur upp á ovaru hæddina.

Tað eru góð parkeringsviðurskifti til báðar bygningarnar.

Spurningar og svar.

Nær er verkætlanin liðug?

Væntandi er klárt at flyta inn í íbúðirnar 2. kvartal 2025

Er tað ein lyklaklár loysn?

Ja, íbúðirnar eru lyklaklárar, so tað er púra klárt at flyta inn. 

Hvat er prísurin

Prísurin á íbúðunum er:

Íbúðir á 85m2 er prísur úr 2.495.000,-

Íbúðir á 109m2 er prísur úr 3.195.000,-