Búmerkið hjá felagnum

Um Mekon.

Mekon Sp/f varð stovnað á sumri 2021.

Byrjað varð við eini 14 tons gravimaskinu og einum lastbili. Í dag hava vit eisini eina 22 tons og eina 24 tons maskinu, umframt ein lastbil við krana.

Maskinurnar eru útgjørdar við nýggjastu GPS skipanum, og kunnu tí fáa allar tekningarnar sendar inn á maskinuna.

Í február 2023 vunnu vit eina útbjóðing hjá Sjóvar Kommunu um bygging av íbúðum úti við Hálsatjørn á Strondum.

Vit hava síðani arbeitt við at gera hesa verkætlan klára, og eru íbúðirnar nú settar til sølu.